Vit hjálpa tær á røttu slóðina
Endamálið hjá Slóð er at veita grundleggjandi tænastur, ið ein og hvør fyritøka hevur tørv á. Um tú ert eitt ÍVF, Sp/f, P/F ella annað, kunnu vit hjálpa tær – útgangsstøðið verður tikið í júst tínum tørvi.
Tænastur
Vit veita tænastur innan stovning av virkjum, dagliga bókhaldið, ársfrágreiðingar og skattafrágreiðingar, svara spurningum um bókhald og fígging og hjálpa við avtøku av feløgum.
Bókhald
Vit taka okkum av roknskapinum viðvíkjandi inntøkum, kostnaði, ogn, skuld o.ø. hjá fyritøkum.
- MVG-uppgerðir hvønn ársfjórðing
- Ársfrágreiðing til Skráseting Føroya
- Skattafrásøgn og sjálvuppgávur til TAKS
Hagfrøði og greining
Vit bjóða hagfrøðiligar tænastur. Fá betri innlit í ta fíggjarligu støðuna í fyritøkuni.
Við einum væl hildnum bókhaldi hava vit nógv tøl at arbeiða við, tá ið støðan skal greinast.
Ráðgeving
Nýstovnað virki, eins og grundfest virki, kunnu altíð fáa gagn av góðari, vegleiðandi ráðgeving.
Hevur tú spurningar um byrjan av fyritøku, bókhald, avtøku ella umlegging av virkjum, ert tú vælkomin til ein óbindandi fund.
Soleiðis arbeiða vit
Hvussu?
Vit nýta fyrst og fremst e-conomic, men kunnu bóka og skráseta í teimum skipanum, tit nýta. Hava tit longu eina bókhaldsskipan knýtta at felagnum, fáa vit atgongd til hana og halda bókhaldið við líka.
Hví?
Sambært MVG-lógini skulu MVG-uppgerðir latast inn fýra ferðir um árið. Árs- og skattafrásøgn skulu eisini setast upp á hvørjum ári sambært ársroknskaparlógini.
Nær?
MVG-freistirnar eru vanliga umleið 40 dagar eftir seinasta dag í ársfjórðinginum. Freistin fyri árs- og skattafrágreiðingar er vanliga umleið 5 mánaðir eftir, at roknskaparárið endar.
Stovna egið felag
Fa., ÍVF ella Sp/f – vit hjálpa tær við stovningini. Tú ert altíð vælkomin til ein ókeypis og óbindandi fund um viðurskiftini.
Um Slóð
Slóð varð stovnað í 2018 av Tróndi Hentze Sørensen. Í dag eru vit fimm starvsfólk.
Hví eitur fyritøkan Slóð?
Tá ið nýtt virksemi byrjar, er ikki altíð lætt at vita, hvørja slóð ein skal taka. Har kunnu vit vísa tykkum á slóðina. Tá ið roknskapir, ársroknskapir og skattaroknskapir skulu gerast, halda vit tykkum á slóðini.
Tað eru nógvar gøtur, ið bera á mál, tá ið ein hevur egið virki. Vit ráðgeva og gera MVG-uppgerðir, skatta- og ársfrágreiðingar, so kundarnir koma fram á síni slóð.
Samband
Tú ert altíð vælkomin inn á gólvið til eitt prát. Ring ella skriva frammanundan, so vit fáa fyrireikað okkum.
